Hyggjarar hjá CNN: Harris vann kjakið

Hyggjarar hjá CNN: Harris vann kjakið
Hetta var fyrsta politiska hólmgongan millum Donald Trump og Kamalu Harris
Orðaskiftið millum Trump og Harris í nátt var í løtum sera hvast.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.09.2024 - 08:24

Tey bæði forsetavalevnini í USA, Kamala Harris hjá demokratunum og Donald Trump hjá republikanarunum, vóru í sjónvarpaðum orðaskifti í nátt, okkara tíð.

Millum evnini vóru fosturtøka, migratión og kriminalitetur, og alt orðaskiftið ígjøgnum legði Trump eftir Harris fyri tað, hon hevði gjørt og ikki gjørt sum varafoseti síðani 2020.

- Hetta er sama gamla sjabbið, svaraði Harris aftur og undraðist á, hví Trump ikki heldur vildi tosa um framtíðina.

 

Skulu vit trúgva hyggjarunum hjá sjónvarpsrásini CNN, stóð Kamala Harris sum vinnari eftir orðaskiftið, tí 63 prosent av spurdu hyggjarunum hildu hana standa seg betur, meðan 37 prosent vístu á Trump.

Tá ið Donald Trump og Joe Biden í juni mánaði vóru í einum tilsvarandi orðaskifti í amerikanskum sjónvarpi, vann Trump, og Biden tapti. Stutt eftir tók Biden seg aftur sum forsetavalevni.

Hetta var fyrsta politiska hólmgongan millum Trump og Harris, og í løtuni er óvist, um fleiri hólmgongur vera teirra millum fyri forsetavalið  í november

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221