Fuglakrím í Leynum

Fuglakrím í Leynum
Tveir ravnar, sum vóru funnir í Leynum, høvdu fuglakrím, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Mynd: Tveir ravnar høvdu fuglakrím.  
 
30.09.2024 - 05:47

Tveir ravnar, sum vóru funnir í Leynum, høvdu fuglakrím, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Sannlíkindini fyri, at hetta slagið av fuglakrími, sum eitur H5N5, smittar fólk, eru sera lítil, men tað kann koma fyri.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heitir á fólk um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Heilsufrøðiliga starvsstovan biður fólk, sum hava heimafugl, um at geva teimum innandura ella í øllum førum undir taki, so færri villir fuglar vera drignir til økið.

Smittuvandin minkar tá nógv. 

Fótbúnaður kann eisini lættliga vera dálkaður av fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli.

Tí verður rátt til at reinsa fótbúnaðin áðrenn og aftaná farið verður í høsnarhús og inngirðingar. 

Og fólk, sum hava verið á fuglaveiðu ella hjá flogfenaði uttanlands, eiga at halda seg burtur frá heimafugli í Føroyum í minst 48 tímar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576