Við Klintrimús í biograf

Um KVFTíðindi
Við Klintrimús í biograf
Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein barna- og familjuteknifilmur vístur í biografinum á føroyskum. 
Øll dýrini í Vallbakkaskóginum tosa og syngja nú sum vit... á føroyskum!
 
02-10-2024

Nú er hann her á føroyskum  teknifilmurin um Klintrimús verður sýndur í biografinum! Fyrsta sýning verður 11. oktobur í Havnar Bio. 


Her kemur Klintrimús lítli hann.

Í samstarvi við Havnar Bio vísir Kringvarpið í næstum væl kendu søguna hjá Thorbjørn Egner um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. 

Børn og vaksin kunnu saman seta seg at hyggja og uppliva nýinnspælda teknifilmin um Dýrini í Vallbakkaskóginum við føroyskari talu. 

Søgan, sum er skrivað fyrst í fimmtiárunum, hóskar sera væl til dagsins samfelag við teimum avbjóðingum, sum vit øll noyðast at taka støðu til. Eitt nú at eta grønt og at hugsa øðrvísi. Og við vón um eitt rættvísari samfelag, har øll kunnu liva við hvørjum øðrum og ikki av hvørjum øðrum. 

Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir. 


Hagaber og krákuber og hvíttkál og persillu.

Seinastu mánaðirnar hevur Kringvarpið arbeitt við at týða, taka upp og leggja røddir á filmin, so øll dýrini í Vallbakkaskóginum nú tosa og syngja sum vit... á føroyskum. Og nú sleppa vit at síggja hesa kendu søguna á filmi, sum vit annars kenna so væl frá bókini og sum útvarpsleik. 

Filmurin er sera væl teknaður, og eyðkennini hjá dýrunum kenna vit øll aftur í okkum sjálvum. 


Lóg nr. 1: Øll dýrini í skóginum skulu vera vinir.

Føroyska framleiðslutoymið hevur lagt seg eftir at finna røddir, ið passa saman og hóska til persónligheitirnar. Kringvarpið hevur lagt seg eftir at fáa málførini í Føroyum við. 

Eitt nú tosar Haru-Per suðuroyarmál, bakaradrongurin er úr Klaksvík. Konan á garðinum er úr Sundalagnum. Elgurin tosar vágamál, men revurin er úr Havn. 

Allur tónleikurin er nýinnspældur og nútímansgjørdur. Sangtekstirnir eru teir somu, og orðaval og týðing annars leggja seg tætt upp at tí upprunaligu týðingini hjá Eyðuni Johannessen. 

Einki aldursmark er sett á Dýrini í Vallbakkaskóginum, og filmurin egnar seg væl til øll børn og barnsligar sálir. Onkustaðni er tað eitt sindur spennandi, eitt nú tá Reva-Mikkjal sæst fyrstu ferð. Tá hevði verið best, um tey minstu høvdu ein vaksnan við, tí Reva-Mikkjal er eitt lítið sindur revaligur í fyrstani. Filmurin er eisini frálíkur hjá vaksnum, sum minnast søguna frá barnaárunum. 

Við hesum hava vit fingið ein kærkomnan teknifilm á føroyskum til familjuna, har fleiri ættarlið saman kunnu uppliva góðu, klassisku søguna hjá Thorbjørn Egner. 


Hey hurrá for Bamsu-Pól, sum strálar sum ein sól.
 

Upptøkur: Finnur Hansen
Leikstjórn: Páll Danielsen 
Røddir: Jákup Veyhe, Jensina Olsen, Jákup Dahl Wardum, Gundur Johansen, Hjálmar Dam, Sanna Bæk Hoydal, Bára B. Danielsen, Hans Pauli W. Tórgarð, Elsa Maria M.Olsen, Edvin Niclasen, Ann Chanett Danielsen, Ári B.Danielsen, Heri J. Hansen, Tollakur Djurhuus, Baldur Tróndarson, Óluva Lín R. við Streym, Ludvík Winther 
Mál: Føroyskt 
1 tíma og 15 minuttir 
Á føroyskum: 2024 

Atgongumerki, 70 kr., kunnu keypast á heimasíðuni hjá Havnar Bio. 

REY04142_Djorini_i_Vallbakkaskoginum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204

Um kvf css