Minsti prísvøkstur í meira enn trý ár

Minsti prísvøkstur í meira enn trý ár
Matvørurnar dýrka kortini framvegis, men kaffi er vorðið biligari
Matvørurnar vóru stívliga fýra prosent dýrari í august enn sama mánað í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.10.2024 - 10:43

Prísvøksturin er nú 1,7 prosent, sigur Hagstovan.

Hon sigur, at prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt.

Prísirnir eru hækkaðir 1,7 prosent frá august í 2023 til august í ár.

Tað er minsti prísvøkstur í meira enn trý ár.

Men matvørunar dýrka framvegis.

Tær vóru stívliga fýra prosent dýrari august í ár enn í august í fjør.

Men kaffi er bíligari nú enn í august í fjør. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040