Sendimaðurin: Sorgardagur í Ísrael

Sendimaðurin: Sorgardagur í Ísrael
726 ísraelskir hermenn eru deyðir, síðani kríggið í Gasa brast á. Hamas sigur, at 42.000 palestinar hava latið lív í Gasa seinasta árið
Ísraelska flaggið veittrar ikki bara í Ísrael í dag, men eisini uttanlands. Her sæst flaggið veittra í Melbourne í Avstralia, har jødar minnast ársdagin fyri Hamas-álopið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.10.2024 - 13:49

Í dag er eitt ár síðan ógvusligi ófriðurin í Miðeystri brast á.

Tað byrjaði, tá Hamas tíðliga á morgni tann 7. oktober í fjør framdi eitt yvirgangsálop á Ísrael, har 1.200 fólk doyðu, kvinnur vóru neyðtiknar, og 250 fólk vóru tikin gíslar.

Tríggjar vikur eftir palestinska álopið, svaraði Ísrael aftur, og síðani hevur kríggj verið millum partarnar.

 

Hamas sigur, at 42.000 palestinarar hava latið lív í krígnum í Gasa seinasta árið. ( Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Stórt mannfall

Og nú eitt ár er farið, tala báðir partar um, hvussu stórt mannfallið hevur verið í krígnum.

Fyrr í dag kunngjørdu ísraelsku myndugleikarnir, at 726 ísraelskir hermenn hava latið lív síðani 7. oktober í fjør. Eisini hava 4.500 hermenn fingið skaða.

Heilsumyndugleikanir í Gasa, sum Hamas hevur valdið á, siga, at umleið 42.000 palestinar hava latið lív,  og stívliga 97.000 hava fingið skaða hetta seinasta árið.

 

Petur Petersen. 

 

Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Ísrael, sigur, at dagurin í dag er ein sorgardagur:

 

07102024_Petur_Petersen

 

Einki bendir á, at friður veriður í økinum. Heldur hevur ófriðurin breitt seg, og aftur í morgun hevur ísraelski herurin lopið á mál í Libanon.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815