Kongliga leikhúsið hátíðarheldur Olaf Johannessen fyri 40 ár á pallinum

Kongliga leikhúsið hátíðarheldur Olaf Johannessen fyri 40 ár á pallinum
Fremsti føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen, kann í dag hátíðarhalda, at hann hevur staðið á pallinum í Kongliga leikhúsinum í 40 ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2026 - 14:33

"Vit hátíðarhalda, at Olaf Johannessen hevur virkað sum sjónleikari í 40 ár, í sambandi við seinastu sýningina av 'Teatermaskinen'"

Soleiðis skrivar Kongliga leikhúsið á sínum sosialu miðlum í dag.

Í Kongliga leikhúsinum fegnast tey um, at tey hesi 40 árini hava notið at havt Olaf Johannessen á pallinum í sera ymiskum sjangrum og leiklutum, eitt nú "Engle i Amerika" eftir Tony Kushner, "Gengangere" eftir Henrik Ibsen, "Heksejagt" eftir Arthur Miller, "Puntila" eftir Bertolt Brecht, "Cyrano de Bergerac" eftir Edmond Rostand, bæði "Richard II" og "Richard III" eftir William Shakespeare og "Timerne" eftir Michael Cunningham.

 

 

HOYR EISINI: Olaf og stóri kærleikin

 

Olaf Johannessen er leiklistarliga úr góðum bergi brotin, tí bæði foreldrini, Tove og Eyðun Johannessen, vóru sjónleikarar, og tað er systurin, Annika, eisini. 

Seinni í ár kann Olaf Johannessen aftur síggjast á pallinum í Kongliga leikhúsinum saman við Lars Mikkelsen í leikinum "Slutspil" eftir Samuel Beckett. 

"Vit ynskja Olaf tillukku við hátíðarhaldinum, og takka honum fyri hansara stórfingna listarliga innsats gjøgnum øll árini," sigur Morten Kirkskov, leiklistastjóri.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

SÍ EISINI:  Myndareportasja: Tann komiska tragedian

 

Í samband við, at Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2022, gjørdi Suni Merkistein eina samrøðu við Olaf Johannessen í táttinum "25 minuttir".

 

FTM00085_25min

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435