Friðingarnevndin viðger byggingina hjá Varðanum av nýggjum

Friðingarnevndin viðger byggingina hjá Varðanum av nýggjum
Varðin Pelagic og Tvøroyrar kommuna hava biðið um at fáa málið úr Yvirfriðingarnevndini
Náttúrufriðingarnevndin viðger nú eisini upprunaligu byggingina hjá Varðanum Pelagic fyri tíggju árum síðani.
 
10.10.2024 - 12:57

Náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu viðger nú av nýggjum byggingina hjá Varðanum í Tvøroyri.

Varðin Pelagic og Tvøroyrar kommunu hava biðið um at fáa málið úr aftur Yvirfriðingarnevndini, og hava biðið náttúrufriðingarnevndina viðgera tað av nýggjum.

Yvirfriðingarnevndin hevði annars spurningin um ætlaðu útbyggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Men náttúrufriðingarnevndin viðger nú eisini upprunaligu byggingina hjá Varðanum Pelagic fyri tíggju árum síðani.

Spurningurin er, sum skilst, um kunngerðin, sum loyvir undantøkum frá reglunum um bygging við sjóvarmálan, var rætt brúkt í 2013.  

Tá náttúrufriðingarnevndin í Suðuroyar sýslu er liðug, fer málið aftur í Yvirfriðingarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891