Á Breddanum: Stríðið millum Ísrael og Hamas

Á Breddanum: Stríðið millum Ísrael og Hamas
Ber til at steðga stríðnum, sum hevur breitt seg til fleiri lond í Miðeystri, verður spurt í sendingini í dag
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Hanus Kamban, rithøvundur, vera í Breddanum fyrrapartin.
 
15.10.2024 - 09:00

Meira enn eitt ár er liðið síðani ógvusliga álopið á Ísrael, har Hamas drap umleið 1200 fólk og tók 250 ísraelar gíslar.

Sum kunnugt svaraði Ísrael alt fyri eitt aftur, og síðani er stríðið bara harðnað, og hevur breitt seg til fleiri lond í Miðeystri.

Í minsta lagi 3.000 ísraelar eru deyðir, 1200 sivilfólk og umleið 800 hermenn, og enn eru 115 fólk ikki komin afturíaftur, eftir at tey vóru tikin gíslar og flutt til Gasa 7. oktober í fjør.

Á hinari síðuni verður talið hildið at vera farið upp um tey 40.000 - tveir triðingar eru kvinnur og børn.

Ber til at steðga stríðnum, sum tykist breiða seg og mennast í hvørjum? Hvat vera langtíðar avleiðingarnar av stríðnum, sum hevur vart í eitt ár, og hvørji útlit eru til, at knúturin í Miðeystri loysnar, og ein langtíðar loysn fæst í lag.

Tað eru stórir spurningar, sum ikki eru lættir at svara, men í Breddanum í dag fara Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Hanus Kamban, rithøvundur, at umrøða millum annað hetta.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221