Erik ten Hag koyrdur í United

Erik ten Hag koyrdur í United
Tað skulu nýggir bollar í suppuna í enska stórfelagnum Manchester United, ið hevur koyrt hollendska Erik ten Hag til hús og tí skal hava nýggjan venjara
Erik ten Hag er nú fyrrverandi venjari hjá enska stórfelagnum Manchester United.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
28.10.2024 - 14:25

Enska stórfelagið Manchester United liggur við reyvini í vatnskorpini á einum 14. plássi í Premier League, og tað er ikki nøktandi fyri mest vinnandi felagið í Onglandi. 

Í gjár tapti Manchester United enn einaferð, hesa ferð 1-2 móti West Ham, og tað fekk bikarið hjá leiðsluni í United at flóta yvir. 

Erik ten Hag, ið hevur staðið á odda fyri United síðani á sumri í 2022, bleiv uppsagdur. 

Fyribils hevur gamli Manchester United-áleyparin, Ruud van Nistelrooy, ið var hjálparvenjarin hjá Erik ten Hag, yvirtikið venjarasessin. 


Ruud van Nistelrooy, ið sæst til vinstru, er settur sum fyribilsvenjari, nú Erik ten Hag, ið sæst til høgru, bleiv uppsagdur (Mynd: Ritzau / Scanpix
 

Erik ten Hag bleiv settur í starv av Manchester United eftir nøkur góð ár á odda fyri hollendska stórfelagnum Ajax Amsterdam. 

Erik ten Hag hevur eisini megnað at vunnið báðar tær ensku steypakappingarnar, FA Cup og Liga Cup, meðan hann hevur staðið á odda fyri Manchester United. 

Men gongdin hevur verið neilig hesi árini, tí liðini endaði á einum áttanda plássi í fjør, sum er lægsta plássið nakrantíð, síðani Premiere League varð sett á stovn. 

Og nú, Erik ten Hag bleiv uppsagdur, liggur United á 14. plássi við 11 stigum fyri níggju dystir, og tað kann ikki góðtakast, tí tað er langt undir tað støðið, sum bleiv lagt í nítiárunum og nullunum, tá Sir Alex Ferguson stóð á odda fyri felagnum. 

"Vit eru takksom fyri alt, ið Erik hevur gjørt í síni tíð í felagnum, og vit ynskja honum alt tað besta í framtíðini", skrivar felagið í fráboðan. 


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Erik ten Hag stóð á odda fyri Manchester United í 128 dystum. 70 dystir vórðu vunnir, 23 endaðu við javnleiki, meðan 35 vórðu taptir. Tað merkir, at Erik Ten Hag vann 54,69 prosent av dystunum, hann stóð á odda fyri United. 

Soleiðis hava undanfarnu venjararnir hjá Manchester United staðið seg aftur til Sir Alex Ferguson staðið seg:

Ole Gunnar Solskjær - 54.17 prosent (168 / 91)
José Mourinho - 58.33 prosent (144 / 84)
Louis van Gaal - 52.43 prosent (103 / 54)
David Moyes - 52.94 prosent (51 / 27)
Sir Alex Ferguson - 59.7 prosent (1500 / 895)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232