Fjølbroytt hóskvøld í sjónvarpinum

Um KVFTíðindi
Fjølbroytt hóskvøld í sjónvarpinum
Hóskvøldið bjóðar Kringvarpið, umframt vanligu skránna, eitt longri sjónvarpskvøld við trimum føroyskum sendingum
 
30-10-2024

Hóskvøldið er sjónvarpsskráin á tremur við føroyskum tilfari. Vit bjóða hyggjarunum bæði mentan, samfelag, politikk og undirhald. Afturat Degi og viku og Kom á val senda vit Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens, Við Gutta á fjalli og Fólksins rødd. Kvøldið endar við Gekkinum, sum hesa vikuna verður sendur hóskvøld í staðin fyri fríggjakvøld.


Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens

Vit leggja fyri við beinleiðis sending úr Müllers Pakkhúsi hósdagin kl. 17, tá ið Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar á almennari samkomu. Hetta er eitt serligt kvøld fyri føroyska mentan, har ljós verður varpað á tey, ið hava latið úr hondum verk, sum hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk og fyri annað mentanaravrik. 
Nær: Kl. 17.00 


Kom á val

Í sambandi við kommunuvalið fyri framman er Kom á val aftur á skránni hóskvøldið. Kom á val er serlig sending, sum upplýsir føroyingar um politisk viðurskifti. Við støði í stóru kommunukanningini, sum Kringvarpið hevur latið gjørt, viðgera vit ymisk evni, sum veljarin heldur hava týdning í sambandi við kommunuvalið.
Nær: Kl. 19.55


Við Gutta á fjalli

Heystfjøllini skulu gangast. 21. oktober fór Jens Jákup Hansen á Ryggsvíkina saman við Gutta Guttesen, hagamanni. Hetta er nakað seinni, enn teir plaga, men nú viðrar. Fylg við í hesi hugnaligu sending, sum tekur okkum við á fjall í Gásadali.
Nær: Kl. 20.40


Fólksins rødd

Fólksins rødd er aftur – fyri aðru ferð í 2024-hami. Fólksins rødd er sending, har vanligi føroyingurin sleppur at kjakast um týdningarmikil mál í samfelagnum. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá fimm útvaldum føroyingum: jarðarmóðrini á Tvøroyri, KT-fólkinum í Havn, pensjoneraða journalistinum í Sandavági og ambulansuføraraparinum ávegis til Fuglafjarðar.
Evnið í fyrsta parti er valið í USA. Hevur valúrslitið nakran týdning fyri Føroyar? Og hvat forsetavalevni høvdu tey valt? 
Luttakararnir eru: Bjørg av Rana Nitschke, Sigmundur Mørkøre, Edvard í Skorðini Joensen, Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm.
Nær: Kl. 19.25


Gekkur

Hesa vikuna spæla vit Gekk hóskvøld. Fríggjadagin er minningardagur teirra sjólátnu, og tí er Gekkurin fluttur til hóskvøldið klokkan 21. Gekkaupphæddin er nú 650.000 krónur, og Volvo elbilurin er framvegis vinningur á hjólinum. 
Nær: Kl. 21.00

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107

Um kvf css