Heimsins leiðarar bíða ikki eftir fínteljingini: Tillukku, Trump

Heimsins leiðarar bíða ikki eftir fínteljingini: Tillukku, Trump
Hóast úrslitið av amerikanska forsetavalinum ikki er endaligt enn, so bíða heimsins leiðarar ikki eftir fínteljingini fyri at ynskja Donald Trump tillukku við sigrinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.11.2024 - 09:33

Franski Emmanuel Macron, bretski Keir Starmer, ukrainski Volodymyr Zelenskyj og danska Mette Frederiksen. 

Hetta eru nakrir av heimsins stjórnarleiðarum, ið longu hava ynskt Donald Trump tillukku við sigrinum í amerikanska forsetavalinum. 

Enn vantar tó endaliga úrslitið, men ábendingarnar eru greiðar, og leiðararnir liggja ikki á boðunum. 

 

Verja felags virðir

Franski forsetin, Emanuel Macron, skrivar, at hann er til reiðar at arbeiða saman við Trump, eins og hann gjørdi, tá Trump seinast var forseti. 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, hevur eisini ynskt Trump tillukku við valinum. 

"Eg vil líka ynskja Donald Trump tillukku við valinum at gerast næsti amerikanski forsetin. Hansara leiðsla verður avgerandi fyri at styrkja tey sameindu. Eg gleði meg at arbeiða saman við honum aftur."

Bretski forsetin, Keir Starmer, kallar valúrslitið søguligt og vónar at fáa gott samstarv við komandi forsetan í USA. 

"Vit eru samdir um at verja okkara felags virðir."


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Zelenskyj ynskir eisini Trump tillukku

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var eisini skjótur at ynskja Donald Trump tillukku.

Í Ukraina hava tey verið eitt sindur fjálturstungin um, hvat ein sigur til Donald Trump fer at merkja fyri møguleikarnar hjá Ukraina at verja seg móti Russlandi. 

"Eg virðismeti, at Donald Trump fer heilhjartað eftir at fáa í lag frið. Eg vóni, at kunna seta ferð á hesa tilgongdina saman við honum," skrivar ukrainski leiðaranum. 

 

Mette vil halda fast í tætta samstarvinum við Donald

Og danski forsætismálaráðharrin, Mette Frederiksen, hevur eisini ynskt Trump tillukku. 

"Tillukku, Donald Trump. USA er okkara týdningarmesti samstarvsfelagi. Vit skulu halda fast við tætta samstarvið millum USA og Danmark og halda á at styrkja bondini tvørtur um Atlantshavið, sum hava verið í fleiri ættarlið."
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808