- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirspurningur eftir gomlum flúgvaramotorum í USA

Heimsins ríkasti maður, Elon Musk, er komin upp í kappingina at skaffa streym til nýggju dátumiðstøðirnar, sum vera bygdar í eini roynd at nøkta vaksandi eftirspurningin eftir meira vitlíkis-telduorku.
Vitlíkisfyritøkan hjá Elon Musk 'xAI' er ein av fleiri amerikonskum fyritøkum, sum nú eru farnar at brúka gamlar motorar í flogførum, sum eru koyrd til upphøggingar, sum alternativa orkukeldu til sínar dátumiðstøðir. Tað skriva New York Times og miðilin Tom’s Hardware, sambært danska Ekstrablaðnum.
- Fyritøkurnar gerast snildari og snildari, sigur stjórin í AI-fyritøkuni Apolo, Bill Kleyman, við New York Times.
Skaffið sjálv streym
Stóri eftirspurningurin er flúgvaramotorum kemst millum annað av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið fyritøkur um at sjálvar at skaffa streym til dátumiðstøðir, so at mongu nýggju dátumiðstøðirnar ikki tyngja elnetið.
Hetta hevur ført til, at m.a. heimins ríkasti maður Elon Musk og onnur í vinnuni hava fingið áhgua fyri amerikonskum upphøggingarstøðum fyri flogfør, sonevndir ‘boneyards’, har hundraðtals gomul flogfør standa parkerað, áðrenn tey verða tikin sundur ella umvæld.
Fyritøkurnar taka motorarnar og umskapa teir til brúkilig orkuverk, sum kunnu stýra dátumiðstøðunum.
Ikki øll eru fegin
Trupulleikin er, at gamlir motorar frá flogførum dálka nógv meira enn siðbundnar orkukeldur. Fyritøkan hjá Elon Musk, 'xAI' hevur til dømis sett upp átta motorar frá flogførum til at stýra einum dátumiðstøð í statinum Mississippi.
Men stóri umhvørvisfelagsskapurin Southern Environmental Law Center hevur longu mótmælt avgerðini hjá Mississippi um at loyva nýtslu av flogmotorunum, skrivar miðilin Tom’s Hardware, sambært Ekstrablaðnum.
Umhvørvisfelagsskapurin er stúrin, tí fyritøkan hjá Elon Musk ikki kann veita vissu fyri, at nýtslan av flogmotorunum ikki fer at hækkað stigið av ymiskum dálkandi evnum, eitt nú formaldehyd, sum er krabbameinselvandi.

























