- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendska samgongan minkað

Flokkurin Atassut er farin úr grønlendsku landsstýrissamgonguni.
Tað ger misnøgd við landsstýriskvinnuna Nivi Olsen, sum Atassut krevur skal fara úr landsstýrinum.
Hósdagin vóru tvey uppskot um misálit á Nivi Olsen, men hvørki teirra vann frama.
Nivi Olsen, sum umsitur undirvísing, mentan, ítrótt og kirkjuna í landsstýrinum, er skuldsett fyri ikki at handfara eitt mál um studning til eitt felag rætt.
Felagið hevur viðgingið, at tað hevur brúkt pengarnar til annað enn, teir vóru játtaðir til.
Nivi Olsen sigur, at hon hevur ikki brotið nakra lóg.
Hóast Atassut er farin úr samgonguni, hevur hon framvegis stóran meiriluta.
Hon hevur 18 av 31 landstingslimum.
Atassut fekk tveir limir í landstingið á valinum í fjør.




























