Eldur kyknaður undir jørð

Eldur kyknaður undir jørð
Eldurin í almenna vesinum á Mylnugøtu í Havn í gjár var tíbetur kyknaður undir jørð, og tí spjaddi hann seg ikki, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn í morgun.
 
10.11.2024 - 10:27

Innan fyri 10 minuttir var sløkkiliði á staðnum, eftir at eldurin varð fráboðaður klokkan hálvgum trý seinnapartin í gjár, og góðan tíma seinna varð boðað frá, at eldurin var sløktur. 

Fólk, sum gistu á Hotel Tórshavn, vóru biðin um at fara út, tí nógvur roykur var komin inn á hotellið umvegis ventilatiónina. 

Sambært metingunum hjá politinum sær eldurin út til at verða kyknaður í eini skrellispann. Hetta kann tó ikki sigast við vissu enn - ein brandteknikari fer at kanna málið nærri. 

Hóast eldurin var stórur og nógvur roykur var, so var eingin vandi á ferð, sigur politiið.

241111_NET_ELDUR_PISSHUSID

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026