Havið í First Lego League

Havið í First Lego League
- Føroyingar fara óivað at klára seg væl í kappingini, tí evnið hesa ferð snýr seg um havið, sigur Jákup Heinesen, fyriskipari
First Lego League í skúlanum á Fløtum
Mynd: Annika Bolton Mortensen  
 
10.11.2024 - 14:48

Børn úr øllum landinum luttóku í FM í First Lego League í gjár.

Evnið í ár er “Submerged”. Tað er alt sum er undir vatnskorpuni. 

Tað eru tveir bólkar, sum sleppa víðari frá FM til Danmarkar at kappast um danmarksmeistaraheitið. Vinnararnar í Danmark sleppa síðani víðari út í heim í altjóða finaluna.

Vinnarar í gjár gjørdust Perlurnar úr Eysturskúlanum í Havn, sum høvdu gjørt plast burtur úr tara.

Á øðrum plássi vóru Aquadreams úr skúlanum við Løkin í Runavík. Tey høvdu gjørt ein sjóvarfallsflaka, sum kann gera streym til alivinnuna. 

Her kanst tú hoyra innslagið um First Lego League:

2024-11-10-First-Lego-League

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375