Sovikamarið er til svøvn og sex

Sovikamarið er til svøvn og sex
Halt kamarið ruddiligt, hav ongar skíggjar í kamarinum og ver virkin gjøgnum dagin. Hesi eru nøkur av læknaráðunum í sambandi við svøvntrupulleikar
 
20.11.2024 - 11:26

Poddvarp, heit mjólk, sudoku ella andadrátsvenjingar.

Ráðini eru mong, tá tað snýr seg um at sova væl.

Og ráðini eru kærkomin hjá fleiri, tí tað er ikki óvanligt, at fólk leita sær hjálp hjá kommunulækna, tí tey siga seg sova illa.

- Tað er rættiliga vanligt, at fólk koma til sín lækna í sambandi við sínar svøvntrupulleikar. Og tá tey koma til læknan er tað aloftast fyri at fáa onkran heilivág, ið kann hjálpa teimum at sova betur, sigur Amalia Danielsen, sum er kommunulækni í Havn.

Sambært henni blíva svøvntrupuleikar bólkaðir í tveir bólkar. Akutt ella kroniskir svøvntrupulleikar. 

- Hevur tú havt trupulleikar við svøvninium í minni enn tríggjar mánaðir, er talan um ein akuttan trupulleika. Hinvegin, hevur tú í eitt longri tíðarskeið, kanska fleiri ár, sovið lítið og illa, so er talan um kroniskan trupulleika, sigur Amalia Danielsen.

Sum lækni hevur tú møguleika at geva fólk heilivág, sum ger, at tey hava lættari við at sova, men fyrst og fremst er neyðugt at hyggja at vanum og lívsstíli hjá tí einstaka.

- Tað snýr seg um at hava fastar svøvnvanar, bara brúka kamarið til svøvn og sex, og so er eisini gott at røra seg og vera virkin um dagin, soleiðis at kroppurin natúrliga troyttast, sigur Amalia Danielsen.

Í morgunsendingini gevur kommunulæknin góð ráð til teirra, sum ikki sova væl.

1709525

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815

Meira um sama evni