Barnavinarlig jól snúgva seg um nærveru og samveru

Barnavinarlig jól snúgva seg um nærveru og samveru
Farið niður í ferð og njótið nærveruna. Hesi eru ráðini frá heilsufrøðingi, sum mælir barnafamiljum frá at fara til øll tiltøk og jólahald, nú desember nærkast.
 
28.11.2024 - 13:44

Desember nærkast av álvara, og fyri fleiri fólk merkir tað, at nógv er á skránni. 

Jólahald, jólagávuinnkeyp, húsið skal vaskast og pyntast til jóla, pakkakalendarar eru á skránni, nissuvinir og so víðari. 

Men hvussu kann jólamánaðurin gerast so barna- og familjuvinarligur sum gjørligt, soleiðis at bæði børn og vaksin fáa góðar og róligar dagar í desember?

- Hav onkrar dagar, har tit als einki skulu. Verið bara heima, gangið ein túr, spælið eitt borðspæl og takið tað púra róligt, sigur Durita Restorff, heilsufrøðingur í Gigni.

Sambært henni er ikki óvanligt, at barnafamiljurnar kenna seg strongdar um jóltíðir.

- Tað hendir nógv í desember. Nógv jólahald og tiltøk av ymsum slagi eru at fara til, og ofta skulu foreldrini eisini til eitt ella fleiri jólaborðhald. Men tað, mann skal minnast til, tað er, at alt hetta kemur afturat tí vanliga gerandisdegnum. So í roynd og veru hava hesar familjurnar veruliga meira at gera og hugsa um enn aðrar tíðir á árinum, sigur Durita Restorff.

Hon mælir til, at foreldur hugsa um raðfestingar, nú desember nærkast.

- Hugsa um, hvat veruliga hevur týdning fyri tykkum sum familja. Tað vísir seg, at tey flestu vilja bara uppliva samveru og nærveru saman sum familja. Tað merkir so eisini, at neyðugt er at raðfesta, hvørji tiltøk mann fer til, og hvørji mann velur frá, fortelur Durita Restorff.

Umframt at halda frí onkrar dagar og raðfesta, hvat mann fer til og ikki, so hevur heilsufrøðingurin eisini eini onnur ráð.

- Minka um alla skíggjanýtslu. Tá tit sita saman sum familja og hyggja at einum filmi, lat so telefonirnar liggja. Vit vita, at hesir skíggjarnir órógva og oyðileggja veruligu nærveruna, sum annars kann vera, sigur Durita Restorff.

1711027

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168