Skúvoyar kommuna svarar Løgmálaráðnum í kvøld

Skúvoyar kommuna svarar Løgmálaráðnum í kvøld
Í kvøld fær Løgmálaráðið svar frá Skúvoyar kommunu um kæruna, at alt møguliga ikki fór rætt fram á kommunuvalinum
 
30.11.2024 - 12:43

Fundur skuldi vera ígjár, men eftirsum ein limur ikki fekk møtt, varð fundurin útsettur til í kvøld, sigur Poul Osmund Tórarenni, sum er borgarstjóri til 1. januar.

Løgmálaráðið hevur kannað eitt mál um, at alt møguliga ikki fór rætt fram á kommunuvalinum í Skúvoyar kommunu.

Kæran snúði seg millum annað um, at vakt ikki var á valstaðnum alla tíðina, meðan valið var og at eingir atkvøðuseðlar vóru tøkir, men at fólk ístaðin noyddust at velja við brævaatkvøðu

- Sjálvur haldi eg, hetta er óheppið. Hinvegin eru øll sloppin at velja, sum ætlaðu at velja, sigur Poul Osmund Tórarenni.

Møguleikin at velja varð ikki ávirkaður og úrslitið av valinum varð heldur ikki ávirkað av mistakinum, sigur Poul Osmund Tórarenni

- Tað var bara soleiðis, at tey sum komu á valstaðið, noyddust at velja á ein øðrvísi hátt.

Fráfarandi bygdarráðið fer at viðgera málið á fundinum í kvøld klokkan sjey og sendir alt fyri eitt Løgmaálaráðnum niðustøðu sína, sigur Poul Osmund Tórarenni.

34 fólk høvdu valrætt í Skúvoyar kommunu, og 30 teirra greiddu atkvøðu.

Harry Jensen fekk 14 atkvøður, Jóannes í Hoygarðinum tíggju og Jákup Andreas Thomsen fekk fýra atkvøður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947