Fimm tilmæli um gransking, menning og nýskapan

Fimm tilmæli um gransking, menning og nýskapan
Mælt verður til, at løgtingið hækkar stuðulin til gransking og ásetir karmar fyri størri almennum stuðli
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Mynd: Granskingarráðið  
 
12.12.2024 - 08:15

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur fimm tilmæli um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann mennast. 

Millum annað verður mælt til, at løgtingið hækkar stuðulin til gransking nógv og ásetir karmar fyri størri almennum stuðli. 

Eisini mælir ráðið til, at landsstýrið mennir eina heildarstrategi fyri nýskapan og ger átøk, sum kunnu stimbra nýskapan, millum annað skattafyrimunir hjá nýskapandi fyritøkum.

 

Løgd fram mánadagin

Ársfrágreiðingin fyri 2023 hjá ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan verður løgd fram á almennum tiltaki í Smæruni í Havn mánadagin kl.14.00.

Har fara Ben Arabo, stjóri í Framtaki, og Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, at skifta orð um týdningin av at menna nýskapan í Føroyum. 

Eisini verður pallborðsfundur. 

Við pallborðið sita Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í granskingarmálum, Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Erhard Joensen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816