Leskiligar jólasmákøkur

Leskiligar jólasmákøkur
Vilt tú hava íblástur til nýggjar jólasmákøkur, er avgørt vert at royna hesar frá Ranvá Knudsen og Dreymakøkum
 
12.12.2024 - 10:30

Tá tað angar av kaneli, nelikum og kardamummu, ja so angar av jólum, heldur Ranvá Knudsen, sum hevur gjørt eina smákøkuuppskrift til lurtararnar hjá morgunsendingini. Talan er um jólaligar smákøkur við appelsin, tranaberjum, sjokolátu og nøtum, og uppskriftina fært tú her:

Dreymajól smákøkur

Uppskrift:
170 g bleytt smør 
75 g putursukur 
75 g melis 
1 eggjablommu 
Rivið skal av 1 vistfrøðiligari appilsin 
1 tsk salt 
200 g hveitmjøl 
50 g tranaber 
50 g grovt hakkaðar valnøtir 
60 g hvít sjokuláta 
60 g mjólkasjokuláta 

Mannagongd:
Set bakarovnin á 200 hitastig. 

Lat smør, putursukur, melis, eggjablommu og salt í ein bolla og píska væl. Lat síðani mjøl og rivna skalið í bollan og píska. Til seinast verða sjokulátan, tranaberini og hakkaðu valnøturnar latnar í bollan og alt verður píska. 

Koyr deiggið út á borðið og elt saman. Stroy eitt sindur av mjøli á borðið soleiðis, at deiggið ikki hongur fast í borðinum, og rulla til eina rullu. 

Sker rulluna í 2 og pakka hana inn í plastfolie ella bakipappír. Legg rulluna í kuldaskápið til hon er harðna. 

Sker rulluna í hóskandi dálar, umleið 1 cm. Legg á plátu og baka í umleið 10 minuttir ella til kantarnir hava fingið ein ljóst brúnan lit. Umráðandi er at fylgja við smákøkunum, meðan tær baka, tí allir bakarovnar eru ymiskir.

Lat smákøkurnar kølna á einari bakirist. Um áhugi er, ber til at pynta smákøkurnar við eitt sindur av hvítari og mjólkasjokulátu.
--
Deiggið heldur sær í tvær vikur í køliskápi
--

Vilt tú hoyra samrøðu við Ranvá um hesar og aðrar jólakøkur, so lurta her

1713931


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558

Meira um sama evni