10 ár síðani yvirgangsálopið á Charlie Hebdo

10 ár síðani yvirgangsálopið á Charlie Hebdo
12 fólk lótu lív í yvirgangsálopinum á redaktiónshølini hjá blaðnum í Paris 7. januar 2014
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.12.2024 - 09:21

Í dag eru 10 ár liðin síðani yvirgangsálopið á franska satirublaðið Charlie Hebdo í sambandi við eina kapping við keipumyndum av Muhammed profeti.

12 fólk lótu lív í yvirgangsálopinum á redaktiónshølini hjá blaðnum í Paris 7. januar 2014.

Álopini hendu, tí blaðið hevði almannakunngjørt keiputekningar av Muhammed-profeti.

 

- Vit teknaðu Muhammed fyri at verja grundregluna um, at tað skal bera til at tekna alt, sum tú hevur hug til. Tað verður væntað av okkum, at vit verja skrivi- og talufrælsið at siga hvat vit vilja, men tað er eingin, sum torir tað, segði Laurent Sourisseau, sum gav út sínar tekningar undur navninum Riss í Charlie Hebdo.  

- Vit gjørdu okkara arbeiði. Vit hava vart rættindini til at tekna keipumyndir, segði redaktørurin á blaðnum við týska tíðarritið Stern árið eftir yvirgangsálopið.

Nú hevur blaðið gjørt nýggja kapping um at tekna keipumyndir av Gudi, - innbjóðingin er send øllum, sum eru móð av religión og einum samfelagi, sum Gud stýrir, skrivar NTB.

Evstamark at senda inn myndir var í gjár, 15. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598