- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri sjófuglastovnar eru í vanda fyri at doyggja út
Við støði í umfatandi kanning av sjó- og heimafugla-stovnunum í Skúgvoy, hevur fuglafrøðingurin og granskarin Sjúrður Hammer gjørt niðurstøður, sum fáa hansara ávaringarlampur at blinka.
Sjófuglurin er so illa fyri, at fleiri stovnar eru í vanda fyri at doyggja út.
Í Føroyum er siðvenja at fara eftir havhesti. Eingin avmarking er á hesi veiðu, og eingin skráseting er av, hvussu nógvur havhestur verður veiddur um árið.
Og havhesturin - sum verður tikin í stórum nøgdum, undir óskipaðum viðurskiftum - er millum hóttu sjófugla'sløgini, sigur Sjúrður Hammer.
Fuglafrøðingurin og granskarin mælir tí til, at eitt tíðaravmarkað veiðibann verður sett fyri fleiri sjófuglasløg - tað veri seg ritu, kjógva og havhest.