Tvøroyri dyrgir eftir ungum starvsfólkum

Tvøroyri dyrgir eftir ungum starvsfólkum
Ímillum jól og nýggjár skipar Tvøroyrar kommuna fyri fyrstu ferð fyri starvsdegi fyri at koma á tal við starvssøkjandi og lesandi um møguleikar á staðnum
Starvsdagur verður á Tvøroyri millum jól og nýggjár
 
21.12.2024 - 13:02

Fríggjadagin 27. desembur fer Tvøroyrar kommuna á fyrsta sinni at skipa fyri einum starvsdegi.

Hetta er ein dagur, har starvssøkjandi, lesandi og onnur við áhuga kunnu støkka inn á gólvið og práta við umboð fyri vinnurekandi og stovnar í Tvøroyrar kommunu.

Ætlanin er, at fólk skulu fáa meiri at vita um hesi støð og fáa sett andlit á fyritøkuna ella stovnin og tí fáa eina betri fatan av, hvørjir starvsmøguleikar eru á staðnum.

 - Tey, sum leita sær eftir starvi ella ikki ordiliga vita, hvat tey skulu gera eftir loknan lestur, kunnu koma ein túr á Seglloftið at heilsa upp á vinnurekandi og stovnar her í kommununi, sigur Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk í Tvøroyrar kommunu.

 - So kunnu tey fáa betri innlit í, hvat hesi støðini hava at bjóða, og hvat tey kanska kunnu fara at takast við, tá tey eru liðug at lesa, sigur Bjarni Nygaard.

 

Bjarni-Nygaard1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576