Biden verjir amerikanskt stál

Biden verjir amerikanskt stál
Japanska stálfyritøkan Nippon Steel sleppur ikki at keypa amerikanska kappingarneytan US Steel. Amerikanski forsetin forðar fyri keypinum
Joe Biden.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
03.01.2025 - 19:29

Tað verður ikki á hesum sinni, at US Steel verður selt til Japan. Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur nevniliga sett forboð fyri keypinum. 

Tað skrivar bretska kringvarpið.

Ein keypsavtala var annars gjørd við einum virði á áleið 108 milliardir krónur.

Sambært Hvítu húsunum tók forsetin avgerðina eftir, at hava fingið upplýsingar um, at japanska fyritøkan kann taka avgerðir, ið eru ein hóttan móti amerikansku trygdini. 

- Sum eg so mangan áður havi sagt, so er stálframleiðslan ryggurin í tjóðini. Tað er tí, at stál er drívmegin í okkara landi, okkara infrakervi, okkara bilídnaði og okkara verjuídnaði. Tjóðin er veikari og minni trygg uttan eina heimliga stálframleiðslu og stálarbeiðarar.  

Tað sigur Joe Biden.

Avgerðin er tikin eitt ár eftir at japanska fyritøkan boðaði frá, at ætlanin var at keypa amerikansku fyritøkuna við heimstaði í Pennsylvania. Fakfeløg í stálídnaðinum hava funnist at avtaluni, og víst á, at keypið kundi viðvirka til, at arbeiðspláss í Pennsylvania blivu niðurløgd. Tað førdi til eitt trýst á politisku skipanina í einum valári, har júst Pennsylvania gjørdist ein sveiggjstatur. Umframt Joe Biden hevur eisini komandi forsetin, Donald Trump, funnist at avtaluni.

Bæði Nippon Steel og US Steel hava áður boðað frá, at um avtalan bleiv steðgað so fóru teir at royna málið í rættinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266