Rumenia og Bulgaria eru nú eisini Schengen-lond

Rumenia og Bulgaria eru nú eisini Schengen-lond
Í Schengen-økinum, sum fevnir um meira enn 420 milliónir fólk, er einki marknaeftirlit
Rumenia og Bulgaria eru komin upp í Schengen-samstarvið.
Mynd: AFP  
 
03.01.2025 - 11:30

Á midnátt gjørdust Rumenia og Bulgaria partur av Schengen-samstarvinum, eftir at hava bíðað eftir tí í 13 ár.

Hóast londini bæði hava eftirlíkað øllum krøvum, hevur limaskapurin drigið út, tí onnur ES-lond hava sett seg ímóti tí.

Ivi hevur verið sáddur um, um Rumenia og Bulgaria, sum eru tvey av teimum fátækastu londunum í ES, eru før fyri at halda reglurnar, um at tryggja ytstu mørkini í Schengen-økinum.

Serliga hevur Eysturríki mutað ímóti, men slepti í desembur mánaði sýtingarrættinum, eftir at Eysturrík hevði gjørt avtalu um vernd av mørkum við londini bæði.

Schengen-økið varð sett á stovn í 1985, og fevnir um 25 av teimum 27 limalondunum í ES, umframt Sveis, Noreg, Ísland, Føroyar og Liktinstein.

Í Schengen-økinum, sum fevnir um meira enn 420 milliónir fólk, er einki marknaeftirlit.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204