Týskland letur Ukraina nýggjar stríðsvognar

Týskland letur Ukraina nýggjar stríðsvognar
Týski verjumálaráðharrin er komin til Ukraina á vitjan
Boris Pistorius, verjumálaráðharri, og Zelenskyj, forseti, avmyndaðir á ráðstevnu um Ukraina í Týsklandi 9. januar.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.01.2025 - 08:36

Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, er komin til Kyiv, har hann skal hitta ukrainsku stjórnina.

Tað skrivar týska tíðindastovan DPA.

Sum vanligt, tá ið týðandi politikarar vitja Ukraina, er vitjanin av trygdarávum ikki fráboðað frammanundan.

Pistorius læt Ukraina í gjár teir fyrstu av fleiri tíggjutals nýggjum stríðsvognum, av slagnum RCH 155, sum eru framleiddir í Týsklandi.

Stríðsvognarnir skulu vera teir fyrstu av sínum slagi, sum kunnu skjóta, meðan teir flyta seg.

- Ukraina kann hava álit á okkum, og hetta er eitt tekin um tað. Týskland er til reiðar til at taka ábyrgd í Evropa, segði Pistorius, tá ið hann læt Ukraina stríðsvognarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489