Útflutningurin minkaði 300 milliónir kr.

Útflutningurin minkaði 300 milliónir kr.
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaði 900 milliónir, men laksaútflutningurin vaks 700 milliónir
Laksaútflutningurin fór upp um seks milliardir krónur, og er tí á leið helvtin av øllum útflutninginum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
16.01.2025 - 08:32

Útflutningurin minkar.

Frá desember 2023 til november 2024 útfluttu Føroyar fyri 12,5 milliardir krónur.

Tað er 300 milliónir minni enn undanfarna skeið, frá desember 2022 til november 2023, skrivar Hagstovan.

Millum annað lýsi og fiskamjøl minkaðu 908 milliónir krónur.

 

Størri nøgdir av laksi

Men laksur var útfluttur fyri slakar 700 mió. kr. meira.

Hann fór upp um seks milliardir krónur, og er tí á leið helvtin av útflutninginum.

Ikki tí, at prísurin er so nógv betri, men nøgdin er størri. Virðið vaks 13 prosent og nøgdin 24,5 prosent.

 

Útflyta meira til ES og USA

Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin. 

Í dag er útflutningurin til ES tvífalt so stórur sum hann var fyri 2021. 

Útflutningurin til USA var millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021.

Hann er nú millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302