ES svarar Trump

ES svarar Trump
- ES fer at svara aftur, um USA leggur revsitoll á danska vørur. Tað sigur Dan Jørgensen, ES-kommisserur
 
18.01.2025 - 10:14

- Og Danmark fer ikki at standa einsamalt móti hóttanunum frá Donaldi Trump um at áseta revsitoll, um Danmark ikki letur USA Grønland, sigur ES-kommisserurin við danska kringvarpið.

Hóttanin um revsitoll á danska vørur, sum vera seldar í USA, er verulig. Tað skal komandi amerikanski forsetin hava sagt í telefonsamrøði við danska forsætisráðharran Mettu Frederiksen mikudagin, skrivar DR. Samrøðan vardi í trý korter.

Dan Jørgensen, ES-kommisserur, minnir á, at revsitollurin rakar ikki bara danskar fyritøkur. 

- Vit eru Evropa, vit eru ES. Tú kanst áseta toll, men so rakar hann ES, tí vit hava felags politikk á hesum øki, sigur Dan Jørgensen í P1-sendingin hjá DR Ugens gæst.

Ikki fyrstu ferð

Dan Jørgensen, ES-kommisserur vísur á, at ES áður hevur lagt toll á vørur úr USA, sum revsing. Tá ið USA í 2018 legði revsitoll á stál og aluminium úr ES, svaraði ES aftur við 25 prosentum í revsitolli á fleiri amerikanskar vørur, - eitt nú kovboybuksur, motorsúkklur og bourbon.

Dan Jørgensen vónar tó, at tað ikki verður neyðugt í sambandi við ósemjuna um Grønland. 

- ES er fyri einum flótandi samhandli tvørtur um Atlantshav, sum øll fáa ágóðan av, sigur hann við DR. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523