Trump tekur eisini USA úr WHO

Trump tekur eisini USA úr WHO
USA var við til at stovna WHO í 1948, og hevur síðani verið við til at mynda og stýra felagsskapinum
Tað kemur dátt við hjá WHO, at USA tekur seg úr felagsskapinum. (Savnsmynd: Reuters)
 
21.01.2025 - 14:10

Nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ikki bara tikið USA úr París-veðurlagsavtaluni, men eisini úr heimheilsustovninum, WHO.

WHO harmast avgerðina. 

- Vit vóna, at USA umhugsar støðuna, og vit síggja fram til mennandi samskifti fyri at varðveita felagsskapin millum USA og WHO. Tað er til frama fyri heilsu og vælveru hjá milliónum av menniskjum um allan heimin, skrivar WHO í fráboðan í dag.

 

USA størsti einstaki stuðul

Sambært Financial Times, er USA størsti einstaki fíggjarligi stuðul hjá WHO. Í 2022 og 2023 rindaði USA 16 prosent av allari fíggjarætlanini hjá WHO-felagsskapinum.

- WHO er avgerandi fyri at verja heilsu og trygd fyri heimsins fólk, íroknað amerikanarar, við at viðgera orsøkirnar til sjúkur, byggja sterkari heilsuskipanir og avdúka, forða og svara aftur, tá ið heilsukreppur eru. Eisini sóttir, ofta í vandamiklum økjum, hagar onnur ikki kunnu fara,  skrivar WHO.

 

Donald Trump, forseti, sigur, at hann tekur USA úr WHO, tí USA rindar meira enn Kina til felagsskapin. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

USA var við til at stovna WHO í 1948, og hevur síðani verið í at mynda og stýra felagsskapin.

- Í sjey áratíggju hava WHO og USA bjargað óteljandi mannalívum og vart amerikanarar og øll fólk fyri heilsuhóttanum. Saman týndu vit pokur, og saman hava vit nærum týnt polio. Amerikanskir stovnar hava stuðlað og fingið nyttu av WHO-limaskapi, sigur WHO í tíðindaskrivinum.

 

Svikið USA

Tá ið Trump í gjár skrivaði undir boðini um at strika limaskapin í WHO, var grundgevingin, at USA rindar meira til WHO enn Kina.

- Heimsheilsustovnurin hevur svikið okkum, segði Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297