Northwest Pelagic: Stríðst um 100 milliónir krónur

Northwest Pelagic: Stríðst um 100 milliónir krónur
Tað gongur illa at koma fram til eina semju í málinum um veiðiloyvini hjá Norðhavinum. Upprunamálið varð avgreitt í Føroya rætti í 2019, men nú er endurgjaldsmálið í rættinum
Tað eydnaðist ikki at finna semju í málinum um endurgjald til Northwest Pelagic, sum í dag eitur Jupiter, og tí er málið í rættinum aftur. Tað eru 100 milliónir á muni millum partarnar
 
26.01.2025 - 19:18

Málið byrjaði í 2016, tá Fiskimálaráðið tók veiðiloyvini frá Norðingi, sum skipið hjá Northwest Pelagic, sum felagið kallaðist tá, æt.

Felagið royndi at fáa Fiskimálaráðið at broyt avgerðina, men tað rein ikki við, tí ráðið varð sannført um, at tað var útlendski medeigarin, sum hevði raðið á skipinum. Tí stevndi felagið Fiskimálaráðnum í oktober í 2017 og í juli 2019 kom so dómur, sum ikki bara gav felagnum viðhald í, at Fiskimálaráðið var á skeivari leið; dómurin segði eisini, at Fiskimálaráðið skuldi viðurkenna, at felagið hevði rætt til endurgjald eftir nærri ásettum reglum.

Hvussu stórt endurgjaldið skuldi vera, segði rætturin tó einki um, og líka síðan hava partarnir samráðst um upphæddina, tó uttan at semjast.

Tí endaði tað í juni mánað í fjør við, at felagið aftur stevndi Fiskimálaráðnum, hesaferð um endurgjaldsupphæddina.

At felagið stevnir er í grundini nokkso skilligt, tí tað er stórur munur á tí, sum felagið hevur gjørt upp, og krevur, og tí sum Fiskimálaráðið vil - og hevur latið. Tí felagið hevur nevniliga fingið slakar 24 milliónir krónur frá Fiskimálaráðnum, til, sum tað stendur, fulla og endaliga avgreiðslu av málinum.

Men tað vil Jupiter, sum felagið nú eitur, als ikki góðtaka, tí har er eingin semja um upphæddina.

- Fiskimálaráðið hevur, av sínum eintingum, sent okkum eina upphædd, men hon er altso góðar 100 milliónir krónur lægri enn tað, sum vit halda at hon skal vera. Upphæddin er eisini komin eftir at vit hava stevnt og harafturat er peningurin goldin okkum uttan rentur, so hatta góðtaka vit ikki, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Tað eru nú góð níggju ár síðan málið byrjaði, og reiðarin er bangin fyri, at málið kemur at koyra í minst tvey ár afturat; kanska uppaftur longri enn tað, um tað verður kært til hægri rætt.

 

Hoyr annars innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld:

Nettrupulleikar gera, at vit fáa ikki lagt innslagið út í løtuni. Vit royna aftur seinni.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777