Arbeiðsgevarafelagið: Ov nógv almenn starvsfólk

Arbeiðsgevarafelagið: Ov nógv almenn starvsfólk
Fyrsta stigið at broyta gongdina kann vera at steðga øllum óneyðugum starvssetanum og bara seta nýggj fólk, um onkur annar fer úr starvi, sigur felagið
Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera, áðrenn tað verður ov nógv? spyr Føroya arbeiðsgevarafelag. 
 
28.01.2025 - 08:19

Føroya arbeiðsgevarafelag endurtekur, at nógv almenn starvsfólk eru í Føroyum.

Tað sigur bart út, at tað er sinnað at hjálpa almennu myndugleikunum, so vit fáa færri, sum liva av almennum lønum, og javnvág millum gongdina í starvsfólkatalinum hjá tí privata og hjá tí almenna.

Fyrsta stigið kann vera at steðga øllum óneyðugum starvssetanum, sum felagið sigur, og bara seta nýggj fólk í starv, um onkur annar fer úr starvi. 

Annað stigið kann vera at effektivisera almennu umsitingina og brúka tær íløgur, sum longu eru gjørdar í KT og infrastruktur, til at minka starvsfólkatalið. 

 

Lægri avgjøld

Og triðja stigið kann vera at gera tað lættari at reka privatar fyritøkur við lægri avgjøldum, minni umsitingarligum trýsti og einari vinnupolitiskari kós, sum styrkir tað privata í mun til tað almenna.

Føroya arbeiðsgevarafelag ásannar, at tað almenna skal sjálvandi veita neyðugar tænastur.

Men privatu fyritøkurnar og arbeiðsplássini skapa grundarlagið undir allari vælferð. 

Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera, áðrenn tað verður ov nógv? spyr Føroya arbeiðsgevarafelag. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120