Ætla at byggja støð til 30.000 migrantar í Guantánamo

Ætla at byggja støð til 30.000 migrantar í Guantánamo
Støðin verður beint við gitna fongslið, har serliga altjóða yvirgangsfólk hava sitið
Støðin til migrantar verður beint við gitna fongslið í Guantánamo, har serliga altjóða yvirgangsfólk hava sitið. 
Mynd: AP  
 
30.01.2025 - 09:11

Amerikanski forsetin, Donald Trump, gav í gjár boð um, USA skal gera eina risastóra støð til migrantar á herflotastøðini Guantánamo Bay í Kuba.

Ætlanin er, at pláss skal vera fyri 30.000 migrantum, sum verða útvístir úr USA.

Sum er, hevur USA eina støð til migrantar, sum eru bjargaðir úr sjónum á Guantánamo Bay. Hon er beint við gitna fongslið, har serliga altjóða yvirgangsfólk hava sitið. 

 

Til tey mest kriminellu

Trump segði í gjárkvøldið, at Guantánamo Bay skal brúkast til tey mest kriminellu, sum hótta amerikanska fólkið.

- Nøkur av teimum eru so ónd, at vit heldur ikki hava álit á heimlandi teirra, tí tey vilja ikki hava tey aftur, segði Trump sambært The Guardian. 

Boðini frá Trump í gjár eru enn eitt stig á leiðini til at halda eitt av stóru vallyftunum, sum var at senda milliónir av tilflytarum av landinum aftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862