Ov dýrt í Klaksvík og á Sandi

Ov dýrt í Klaksvík og á Sandi
Tað kostar ov nógv at fáa neyðuga útgerð til Klaksvíkar og Sands, sigur stjórin í Akstovuni. Tí ber ikki til at sýna stór akfør á hesum støðum
Andrass Robertsson Marr, stjóri í Akstovuni.
 
07.02.2025 - 18:42

Stór akfør, tað vil siga lastbilar, bussar og trailarar, verða ikki longur sýnað í Klaksvík og á Sandi.

Hesi akførini skulu ístaðin sýnast í Saltangará, á Tvøroyri, í Sørvági og í Havn.

Hetta er fyri at tryggja, at sýnini eru einsháttað, skrivar Akstovan í fráboðan.

Tað kostar ov nóg at fáa neyðuga útgerð til Klaksvíkar og Sands, sigur Andrass Robertsson Marr, stjóri í Akstovuni.

 

Ongar uppsagnir

Broytinin er galdandi fyri akfør yvir 3.500 kg og kemur í gildi 27. februar.

Akstovan skrivar, at broytingin hevur ikki við sær uppsagnir av starvsfólki.

 

1724863

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329