At vera Vera: Nýggjur útvarpsleikur í barnaútvarpinum

Um KVFTíðindi
At vera Vera: Nýggjur útvarpsleikur í barnaútvarpinum
Og nú ber eisini til at dansa við hvønn morgun!
 
18-02-2025

Útvarpsleikurin At vera Vera, sum Elin á Rógvi hevur skrivað, er nú at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. Í 14 pørtum hoyra vit spennandi søgu um Veru, sum gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri. Vera er stuttlig, djørv og hevur eitt frásøgufólk, sum hon kallar Frá.

Til nýggja sangin, sum er gjørdur til leikin, ber illa til at sita í frið – her er nýggi TikTok-dansurin til lagið – kom og dansa!

Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt.

Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Hon snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum, og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag. 

At vera Vera er á kvf.fo/ljod/vit.

#atveravera

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357

Um kvf css