Marco Rubio: Evropa sleppur eisini til samráðingarborðið

Marco Rubio: Evropa sleppur eisini til samráðingarborðið
Málið er at fáa enda á krígnum millum Russland og Ukraina á rættvísan, varandi og burðardyggan hátt, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin
Amerikanski og russiski uttanríkisráðharrin við samráðingarborðið við Riyadh í Saudiarabia í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.02.2025 - 08:35

Evropa sleppur eisini til samráðingarborðið um frið í Ukraina, tí Evropa hevur sett tiltøk í verk ímóti Russlandi.

Tað er boðskapurin til Evropa frá amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio, eftir samráðingarfundin við Russland í Saudiarabia í gjár.

- ES noyðist at vera við borðið eina ferð, tí tey hava eisini revsitiltøk, sum eru sett í verk. Men málið er at fáa enda á hesi ósemju á ein rættvísan, varandi og burðardyggan hátt, sum allir partar kunnu góðtaka. Hvussu fer tað at síggja út? Ja, tað er tað, sum framhaldandi arbeiðið fer at snúgva seg um, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

 

Evropa hevur ikki gjørt nóg mikið

Og Rubio hevur eisini hug at finnast at Evropa, fyri ikki at hava megnað at gjørt nóg mikið fyri at steðga stríðnum.

- Í hálvt triðja ár, meðan henda ósemjan hevur herjað, hevur eingin annar megnað at gera nakað sum tað, ið vit sóu í dag, tí Donald Trump er einasti leiðari í heiminum, sum kann gera tað. Eingin verður settur til viks. Trump, forseti, er í eini støðu, sum hann stríðist fyri, fara undir eina tilgongd, sum kann fáa enda á hesi ósemju, segði Marco Rubio eftir fundin við russiska uttanríkisráðharran, Segej Lavrov í gjár.

 

Kunnar ES

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, kunnaði í gjárkvøldið fleiri ES lond um samráðingarnar, sum hann hevði við Russland í Saudiarabia í gjár.

Sambært AFP- tíðindastovuni, kunnaði hann uttanríkisráðharrarnar í Fraklandi, Bretlandi, Italia og Týsklandi. Eisini uttanríkisstjórin hjá ES bleiv kunnað um innihaldið av fundinum við Russland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870