Eiga at læra okkum matró

Eiga at læra okkum matró
- Vit eta við kenslum og duga ikki nóg væl at merkja, nær vit veruliga eru mett. Tí endar tað ofta við ováti, sigur vana- og ovátsvegleiðari
 
20.02.2025 - 11:32

Tað smakkar so væl. Eg veit ikki, nær eg fái hetta aftur. Henda løtan er so hugnaligt, at eg eti bara meir.

Vit kenna tað øll. Vit sita við døgurðaborðið og eta ein góðan bita. Vit eru mett, men av ymiskum orsøkum eta vit meir - kanska fleiri tallerkar afturat.

- Tað er ikki gott fyri heilsuna, um vit ov ofta eta alt ov nógv, og tí er umráðandi, at vit hugsa um góðar vanar í sambandi við máltíðirnar og læra okkum matró, sigur Sølva Jansdóttir Joensen. Umframt at vera yrkisbachelor í føðslu og heilsu er hon eisini vana- og ovátsvegleiðari.

-  Tað snýr seg um at vera til staðar undir máltíðini. Tankarnir um mat og mongdina eiga ikki at fylla í sambandi við máltíðina, sigur Sølva Jansdóttir Joensen.

Í morgunsendingini greiðir hon frá ováti og gevur góð ráð.

1727379

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096