Vit spæla føroyskt

Um KVF›Tíðindi
Vit spæla føroyskt
"Spæl føroyskt"-vikan í 2025, har Kringvarpið spælir føroyskan tónleik burturav, verður frá 24. februar til 2. mars
 
21-02-2025

Aftur í ár fer útvarpið at spæla føroyskan tónleik burturav í eina heila viku, og í Góðan morgun Føroyar fara lurtararnir hjá Kringvarpinum at velja "Ársins útvarpshitt 2024". 

Tónleikasamband Føroya samskipar konsertir, framløgur, felagssang o.a. kring allar Føroyar, sum kommunur, skúlar, stovnar, fyritøkur, konsertfyriskiparar o.o. fara at skipa fyri í "Spæl føroyskt"-vikuni. Skráin sæst á Facebook-vanganum hjá Spæl føroyskt. 

Eisini hesa ferð verða "Spæl føroyskt-tíðindi" dagliga í útvarpinum eftir høvuðstíðindini á døgurða. Eyðfinn Jensen verður vertur í sendingini, sum fer at varpa ljós á tónleikatiltøk og konsertir í vikuni við samrøðum og tónleiki. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083

Um kvf css