Fótbóltskvinnurnar: Skulu bjóða meira av

Fótbóltskvinnurnar: Skulu bjóða meira av
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum ætlar at bjóða meir av, tá tær spæla ímóti Gibraltar í Nations League týskvøldið
Føroyska liðið hevur vant á Europa Point á Gibraltar, har dysturin verður týskvøldið
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
24.02.2025 - 20:22

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum fekk eina harða byrjan upp á nýggju Nations League-kappingina, tá tær taptu við trimum málum ímóti ongum fyri Slovakia fríggjadagin.

Týskvøldið tekur Gibraltar ímóti, og tá ætla føroysku kvinnurnar at bjóða meira av.

 - Í mun til síðsta dyst rokna vit við, at vit koma at hava bóltin nakað væl meir enn seinast. Vit vóru øgiliga hart trýstar, og slovakar vóru góaðr á bóltinum, sigur hjálparvenjarin, Jacoba Langgaard, við heimasíðuna hjá FSF.

 - Í dystinum í morgin rokna vit við, at vit kunnu bjóða meir av frameftir á vøllinum.

Føroysku spælararnir eru væl fyri, hóast føroyska kappingin ikki er byrjað enn, og Føroyar eru eisini styrkismettar nógv hægri enn Gibraltar.

 - Sjálvt um vit liggja væl framman fyri Gibraltar á FIFA-listanum, so kenna vit kortini einki trýst á okkum – einki meir enn vanligt, tá landsdystir eru á skránni, sigur hjálparvenjarin kortini.

Heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo, stroymir dystin og byrjað verður klokkan 17.55. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449