Tvey nýggj met: Lea setir ferðina upp

Tvey nýggj met: Lea setir ferðina upp
Lea Osberg Højsted úr Ægi bøtti um tvey føroysk met, sum hon átti frammanundan, tá Susvim Open var um vikuskiftið
Lea Osberg Højsted setti tvey føroysk met, tá Susvim Open var í Vági um vikuskiftið
 
24.02.2025 - 17:58

Lea Osberg Højsted setir alsamt meir ferð á.

Svimjarin úr Ægi setti tvey føroysk met, tá Susvim Open var í Páls Høll um vikuskiftið. Hon átti sjálv bæði metini frammanundan.

Fyrst svam Lea Osberg Højsted 50 metra bringusvimjing á langgeil upp á 33.88 sekund. Gamla metið var 34.01. Síðan setti hon met í 200 metra bringusvimjing á langgeil við tíðini 2:39.27 minuttir, meir enn tvey sekund skjótari enn gamla metið frá FM í fjør, sum var 2:41.81.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542