Hevur aftur fingið ætlanarskriv um uppsøgn

Hevur aftur fingið ætlanarskriv um uppsøgn
Mildrid á Lógv vildi hvørki hava annað starv ella fráfaringaravtalu, men vildi hava leiðarastarvið á Skálagarði aftur
Mildrid á Lógv hevur aftur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.
 
27.02.2025 - 12:20

Mildrid á Lógv, sum var leiðari á Skálagarði, hevur aftur fingið ætlanarskriv frá Almannaverkinum um uppsøgn.

Tað eru góð tvey ár síðani, at Skálagarður, sum er heim fyri fólk við seinheilaskaða, læt upp.

Síðani hevur nógv rumbul verið um heimið í Klaksvík, sum nú stendur nærum tómt.

15 íbúðir eru á Skálagarði,  men 11 standa tómar.

 

Fekk boðið annað starv

Í mai í fjør varð Mildrid á Lógv frítikin frá tænastu sum leiðari á Skálagarði og send til hús. Í januar í ár varð uppsøgnin ógildað, og hon fekk boðið starv í Almannaverkinum ella eina fráfaringaravtalu.

Men Mildrid á Lógv vildi hvørki. Hon vildi aftur í leiðarastarvið á Skálagarði. 

Í dag vátta Mildrid á Lógv og advokatur hennara, Sigmund Poulsen, at Mildrid á Lógv aftur hevur fingið eitt ætlanarskriv um uppsøgn, og at tey nú arbeiða við einum hoyringarsvari.

Stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, hevur onga viðmerking til málið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891