Trump gevur Hamas seinastu ávaringina

Trump gevur Hamas seinastu ávaringina
Reuters skrivar, at USA er nú í beinleiðis samráðingum við Hamas um at lata seinastu gíslarnar leysar
Donald Trump,. forseti, sigur, at ikki ein einasti Hamas-limur skal kenna seg tryggan.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.03.2025 - 08:08

Amerikanski forsetin, Donald Trump, gevur nú Hamas eina seinastu ávaring.

"Tit kunnu sjálvi velja. Leyslatið allar gíslar nú, ikki seinni, og latið líkini av øllum teimum, tit hava dripið, frá tykkum, annars er liðugt hjá tykkum," skrivar Donald Trump á Truth Social.

"Eg sendi Ísrael alt, teimum tørvar, til at gera arbeiðið liðugt. Ikki ein einasti Hamas-limur skal kenna seg tryggan, um tit ikki gera, sum eg sigi," skrivar Trump.

Og hann hevur eisini eini boð til fólkið í Gasa.

"Til fólkið í Gasa: Ein vøkur framtíð bíðar tykkum, men ikki, um tit halda gíslar. Gera tit tað, eru tit deyð," skrivar hann.

Og sambært Reuters er USA nú í beinleiðis samráðingum við Hamas um at lata seinastu gíslarnar leysar. Hetta verður eisini váttað úr Hvítu húsunum.

USA hevur annars ein almennan politikk, um ikki at samráðast við yvirgangsfólk, og í USA hevur Hamas verið roknaður sum ein yvirgangsfelagsskapur síðani 1997.

Ísrael metir, at umleið 24 livandi gíslar - teirramillum amerikanski ríkisborgarin, Edan Alexander - enn sita í Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345