Allarhelst asbest í takinum á Miðstovninum

Allarhelst asbest í takinum á Miðstovninum
Hóast tað eftir øllum at døma er asbest í takinum á Miðstovninum í Havn - Gamla Realskúlanum - so er hetta ikki nakað, sum elvir til stúran hjá foreldraráðnum á Miðstovninum
 
13.03.2025 - 18:47

Í gjár kom kunning frá Tórshavnar kommunu til foreldrini, sum hava børn á Miðstovninum í Havn - Gamla Realskúlan, at tekjan á stovninum kann hava asbest í sær. Fyri at fáa staðfest, hvørt takið á stovninum inniheldur asbest ella ikki, so hevur bygningsdeildin hjá Tórshavnar kommunu sent eina roynd til Teknologisk Institutt í Danmark.  Filip Jónson Eliasen er talsfólk í foreldraráðnum fyri dagstovnin, og tey eru ikki stúrin um støðuna. 

 

1731890

 

Kringvarpið veit um eina familju, sum hevur tikið sítt barn úr Miðstovninum, tí barnið hevði andadráttstrupulleikar, og tey fara nú at lata barnið kannast. 

Deildarleiðarin fyri bygningsdeildina í Tórshavnar kommunu er ikki tøkur til samrøðu í dag, men í kunningarskrivi til foreldrini, sum hava børn á Miðstovinum, so stendur, at takið undir øllum umstøðum skal skiftast í summar, og at hetta arbeiðið verður lagt til rættis sambært strongum reglum um handfaring av asbest, soleiðis at støv ikki spjaðist í umhvørvinum uttanfyri, ella á loftinum undir tekjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213