FMA 2025: Ársins átak, jingla og útflutningsvirðisløn

FMA 2025: Ársins átak, jingla og útflutningsvirðisløn
Økistónar er ársins átak, ársins jinglu áttu Aron Højgaard og Jens L. Thomsen og so fekk Felagið Føroysk Tónaskøld útflutningsvirðislønina
Sunleif Rasmussen frá Felagnum Føroysk Tónaskøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 21:22

Økistónar, sum Tónleikasamband Føroya umsitur, og sum hevur til endamáls at stimbra talið av konsertum við høgari góðsku runt alt landið og árið runt, vann FMA-heiður sum ársins átak.

 

Fleiri ítøkilig úrslit síggjast longu nú av Økistónum, eitt nú er nýggja og fyrsta spælistaðið á Toftum nakrantíð, Blómuhúsið, eitt beinleiðis úrslit av Økistónum, og tað eru regluligu konsertirnar í smærri støðum sum Listastovuni í Miðvági eisini. 

240925_NET_BLOMUHUSID_A_TOFTUM

 

Skipanin við Økistónum ger tað lættari hjá íverksetum at virka sum konsertfyriskiparar, bæði í smærri og størri høpi, eisini í útjaðaranum. Sostatt menna eina konsertmentan og fremja áhoyraramenning kring alt landið.

Konsertfyriskiparar kunna søkja um 2.000 krónur í stuðli per tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 kr. per tiltak. Fyriskiparar skulu vera fevndir av sáttmála við KODA og limir í Konsertfyriskiparafelagnum.

Limaskapur í Økistónum er ókeypis, og tú kanst blíva limur við at senda teldupost til konsertfo@gmail.com

 



Jens L. Thomsen og Aron Højgaard (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Aron og Jens áttu bestu jingluna

Fyrsta FMA-heiðurslønin fyri at hava gjørt ársins FMA-jinglu er longu handað. Tað bleiv hon, tá allar FMA-tilnevningar blivu kunngjørdar í Norðurlandahúsinum fyrr í ár. 

Heiðurin fyri ársins FMA-jinglu vunnu blaðungi Aron Højgaard og hin durkdrivni Jens L. Thomsen. 

>>Sí eisini: Starvsnæmingurin og lærumeistarin hava saman gjørt ársins FMA-jinglu

 

 

Ársins útflutningsvirðisløn 

Stóri, altjóða festivalurin fyri klassiskan tónleik "World New Music Days 2024", sum felagið Føroysk Tónaskøld skipaði fyri í Føroyum í fjør, fekk ársins FMA-útflutningsvirðisløn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946