Ukrainskur ráðharri takkar føroyingum

Ukrainskur ráðharri takkar føroyingum
Yevhen Kudriavets hitti m.a. Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, í Reykjavík
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Yevhen Kudriavets, vararáðharri útbúgvingar- og granskingarmálum-
 
27.03.2025 - 09:22

Ukrainski vararáðharrin í útbúgvingar- og granskingarmálum, Yevhen Kudriavets, hevur takkað føroyingum fyri at hjálpa børnum úr Ukraina.

Hann hitti Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, Jacob Eli Olsen, formann í Lærarafelagnum og Katrina Dagbjartsdóttur, lærara, á ráðstevnu í Reykjavík.

 

 

Í Føroyum eru 25 børn úr Ukraina í fólkaskúlanum.

Bókadeildin hjá Lærararafelagnum hevur fingið umsetta ukrainska barnabók um kríggj.

Hon eitur “Kríggið, sum broytti Rondo.” 

Inntøkan frá søluni fer til at hjálpa ukrainsku børnunum, sum eru komin til Føroya. 

Hetta verður gjørt gjøgnum Reyða kross.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439