Gull úr savninum: Ríki og tjóðir

Um KVFTíðindi
Gull úr savninum: Ríki og tjóðir
Ein røð av sendingum úr sjónvarpssavninum eru nú tøkar á KVF Sjón
 

Ríkisfelagsskapurin er komin á breddan í sambandi við, at USA vil hava ræðið á Grønlandi. 

Í hesum sambandi endursenda vit nú sendingar úr savninum, sum viðgera spurningin um ríki og tjóðir. 

Sendingarnar eru longu tøkar á kvf.fo/sjon, og fleiri verða lagdar út komandi vikurnar undir kategoriini: Ríki og tjóðir. 

Niðanfyri sært tú, hvørjar sendingar eru tøkar longu nú.  


Føroyingahavnin - hvat nú?

Nordafarstøðin, betur kend sum Føroyingahavnin, var einaferð størsta fiskivinnu- og útgerðarhavn í øllum Grønlandi. Hóast talið fækkar av teimum, sum arbeiddu í Føroyingahavnini, tá virksemið var í hæddini frá fimtiárunum og frameftir, so eru framvegis nógvir føroyingar á lívi, sum kunnu greiða frá virkseminum tey árini.

Lagt til rættis og gjørt sendingina hava: Kári Mikkelsen Jens Jákup Hansen.


Ein søga um 45 ár

7 av 10 føroyingum eru føddir síðani 1948 og hava tí ikki kent til aðra samfelagsskipan enn Heimastýrislógina. 1. apríl 1993 kundi føroyska heimastýrið hátíðarhalda 45 ára føðingardag sín - men við nøkrum sera ivasomum metum.

Dokumentarrøð frá 1993 í trimum pørtum. 

Tróndur Djurhuus og Carsten M. Arnskov gjørdu sendingina.


Grønlandsútróður

Fyrsta sending um føroyskt virksemi í Grønlandi, sum var framleidd í 1997. Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð. 


O, móðurlandið 

Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum. Vit fata okkum sum egin, ikki donsk - og tó. Vit eru bæði - ella kanska hvørki? Vit ráða okkum sjálvum, men kortini ikki heilt. Vit rinda fyri okkum sjálvi, men kortini ikki heilt. Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum. Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr. 


Nuuk - ein býarmynd 

Klaksvíkingurin, Jógvan Vágsheyg, hevur í mong ár búð í Nuuk. Seinnu árini hevur hann koyrt hýruvogn í býnum. Tá Zacharias Hammer var í Grønlandi við seinasta politibátinum, hitti hann Jógvan. Teir báðir fara ein túr gjøgnum grønlendska høvuðsstaðin, har Jógvan sigur frá og minnist ymiskar hendingar sum hýruvognsførari í býnum. Nýggja og stásiliga mentanarhúsið í býnum verður eisini vitjað. Fyrrverandi stjórin, Jan Kløvstad greiðir frá. Um kvøldið eru vit við til grøndlendskt mentanarkvøld í húsinum. Zacharias Hammer legði sendingina til rættis.


Sámarnir 

SvF vitjaði í mai mánað í 1992 í Finnmørkini, har meirilutin av fólkinum er sámar. Í sámabygdunum Kautokeino og Karasjok inni á Finnmarksvíddini hava sámarnir megnað at varðveitt teirra gamla samfelag og mentan. Men sámarnir ráða ikki í egnum landi, og norskar lógir og skipanir hava havt broytingar við sær, ið nú hótta reinsdjóravinnuna og harvið sámisku mentanina. Sámarnir komu fyrst til Sámaland, og teir krevja rættin til landið og tilfeingið. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Bergljót D. Hentze. Staðið fyri upptøkum og sett saman: Bjarni Rubeksen. 


Klaksvíksstríðið 

Hvat var tað sum hendi í Klaksvík hesi bæði árini í 50'unum, tá býurin varð settur í undantaksstøðu? Hvat var tað, sum fekk donsku stjórnina at senda bæði politistar og hermenn til Klaksvíkar við skipum, sum høvdu bæði kanónir, riflur og hundar umborð?

Hvat var tað, sum fekk klaksvíkingar at finna fram aftur hjálmar frá krígnum, gamlar riflur og byrsur umframt líggjar og onkra kvísl?

Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ólavur Rasmussen.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948

Um kvf css