Skoraberg leysur og á veg til Klaksvíkar

Skoraberg leysur og á veg til Klaksvíkar
Skoraberg er leysur aftur og á veg til Klaksvíkar.
Mynd: Norðlýsið, Oliver Joensen  
 
04.04.2025 - 13:31

Fyri løtu síðani eydnaðist vaktarskipinum Brimli at toga Skoraberg leysan, og skipið er nú á veg til Klaksvíkar.

Skoraberg fór á land miðskeiðis millum Galvin og vitan á Syðradali á Kalsoynni í nátt, tá skipið var á veg av fiskileið til Klaksvíkar við 75 tonsum av upsa.

Tá tað fór at fløða fyrrapartin, gjørdi Rescue Ziska eina roynd at toga Skoraberg leysan, men tað miseydnaðist.

Síðani setti Brimil enda á, og tá bar til.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392