Klaksvíkar kommuna er ikki so illa fyri sum støðan bendir á

Klaksvíkar kommuna er ikki so illa fyri sum støðan bendir á
Tað var árið í fjør, sum gjørdi, at Klaksvíkar kommuna kom í ta støðu, at hon mátti biðja bankan um øktan kassakreditt og lán - og Fíggjarmálaráðið um loyvi til at upptaka tað
Tað sær ógvusligt út, men kommunan er ikki illa fyri hóast tað, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.05.2025 - 18:52

Tað var fyri, at kommunan ikki skuldi steðga upp, at Klaksvíkar kommuna bað bankan um økja kassakredittin. Fyrst við 10 milliónum krónum og síðan við einum láni upp á 40 milliónir krónur.

Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri, við Kringvarpið í sambandi við søguna um, at seinast í apríl var tað um reppið, at kommunan ikki kláraði at gjalda starvsfólkunum løn og heldur ikki kláraði at gjalda rokningar.

Bankin økti kredittin við tíggju milliónum krónum, men tað dróg út at fáa Fíggjarmálaráðið at geva kommununi neyðuga loyvi til at fáa lánið, og varð hetta ikki avgreitt heilt skjótt, so mátti kommunan hækka kredittin við 20 millónum afturat fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Men tann 10. apríl svaraði Fíggjarmálaráðið, at kommunan slapp at økja lánini við 40 milliónum krónum.

Men hóast tað kann ljóða sum, at Klaksvíkar kommuna er um at hokna fíggjarliga, so leggur Karl Johansen, borgarstjóri, dent á, at so illa stendur tað tó ikki til.

- Vit hava gjørt stórar íløgur seinastu átta árini, sum merkja, at kommunan er væl fyri, tá samanborið verður við aðrar kommunur, sigur borgarstjórin.

Hann leggur afturat, at tríggjar verkætlanir, sum eru ígongd nú, vera lidnar í summar, og tí linkar fíggjarliga trýstið á kommununa. Verkætlanirnar eru Djúpamýra, sum verður dagførd, so hon lýkur evropeisk krøv, umvælingin av býráðsbygninginum og parkeringsplássið við Stangarvegin.

- Tí er fíggjarliga trýstið á kommununa størri í fyrra hálvári enn í seinna, og tí eri eg sannførdur um, at hetta er nóg mikið til at halda kommununa koyrandi næsta árið, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Sum nevnt hevur kommunan gjørt nógvar íløgur seinastu átta árini. Heilt neyvt hevur kommunan brúkt 823 milliónir krónur til íløgur, hóast mann bara hevur havt slakar 500 milliónir krónur at gera íløgur fyri.

- Tað kostar at útbyggja ein bý, eisini á rakstrarsíðuni, men tað gevur tó ikki orsøk til nakran alarm, sigur Karl Johansen, tí tá fíggjarligu viðurskiftini eru fingin upp á pláss verður farið nágreiniliga eftir rakstrinum.

Tá skal raksturin hjá kommununi trimmast og eftir tað verður eingin íløga gjørt fyrr enn fult tamarhald er á rakstrinum frameftir, leggur borgarstjórin afturat.

Um ársskiftið seinast var skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 391 milliónir krónur. Inntøkan hjá kommununi var slakar 400 milliónir krónur.

 

Les eisini: Klaksvíkar kommuna mátti hækka kassakredittin fyri at svara hvørjum sítt

Hoyr alt hetta innslagið og samrøðuna við Karl Johansen, borgarstjóra, við at trýsta á leinkið niðanfyri:

1741730

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038