Klaksvíkar kommuna mátti hækka kassakredittin fyri at svara hvørjum sítt

Klaksvíkar kommuna mátti hækka kassakredittin fyri at svara hvørjum sítt
Klaksvíkar kommuna hevur so stórar trupulleikar við gjaldførinum, at kommunan mátti biðja bankan hækka kassakredittin til at rinda lønir og rokningar í apríl
Klaksvíkar kommuna mátti hækka kassakredittin fyri at klárar at halda sínar skyldur í apríl mánað
 
05.05.2025 - 15:25

Eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskifti millum Klaksvíkar kommunu og Fíggjarmálaráðið, vísir, at Klaksvíkar kommuna hevur trupulleikar við gjaldførinum.

So stórir eru trupulleikarnir, at kommunan mátti biðja bankan um at hækka kassakredittin til at rinda lønir og rokningar í apríl mánaði.

Tann 26. februar skrivar Klaksvíkar kommuna í telduposti til Føroya Banka, at kommunan vantar gjaldføri og tí biður um at hækka kassakredittin við 10 milliónum.

Sagt verður, at upphæddin helst skal vera tøk í vikuni, og at sum støðan er í løtuni, er sannlíkt, at tað verður neyðugt at útvega meira gjaldføri í mars/apríl.

 

Rakar loftið fyri eina skattaálíkning

Tveir dagar seinni játtar Føroya Banki kommununi at hækka kassakredittin, men metir, at kommunan við hesum rakar meira enn eina skattaálíkning í skuld.

Tí vil bankin hava Fíggjarmálaráðið at góðkenna lántøkuna.

Í skrivi dagfest 5. mars góðkennir Fíggjarmálaráðið, at Klaksvíkar kommuna økir kassakredittin við 10 milliónum krónum.

Víst verður tó á, at gjaldførisætlanin hjá kommununi vísir, at tørvur helst verður á meira gjaldføri seinni í ár.


Sitandi býráð beint eftir kommunuvalið (Savnsmynd)

 

Fund við landsstýriskvinnuna um skuldina

Tí biður landsstýriskvinnan í fíggjarmálum um fund við kommununa um, hvørjar ætlanir kommunan hevur, sum kunnu minka um skuldina.

Fríggjadagin 4. apríl er fundur millum Klaksvíkar kommunu og Fíggjarmálaráðið. Niðurstøðan á fundinum er, at kommunan skal senda umbøn at taka lán til bráðfeingis gjaldstørvin.

Fýra dagar seinni sendir Klaksvíkar kommuna Fíggjarmálaráðnum umsókn um at taka lán uppá 40 milliónir krónur.

 

Noyðist at endurskoða fíggjarætlanina

Men kommunan er longu illa sperd, tí í umsóknini verður millum annað sagt, at:

"...av tí at málið um lántøku ikki er avgreitt enn, verður neyðugt at leingja kredittin í Føroya Banka og at útvega aðrar 20 milliónir krónur í kreditti frá einum av peningastovnunum - møguliga Norðoya Sparikassa. Kreditturin skal vera tøkur, áðrenn lønir og kreditorar skulu rindast síðst í apríl."

Tveir dagar seinni, 10. apríl, gongur Fíggjarmálaráðið umsóknini hjá Klaksvíkar kommunu um at taka eitt lán uppá 40 milliónir krónur á møti.

Men Fíggjarmálaráðið biður kommununa senda eina endurskoðaða fíggjarætlan og eisini vísir á, hvørji átøk ætlanin er at fremja fyri at betra um raksturin.

 

Les eisini: Klaksvíkar kommuna er ikki so illa fyri sum støðan bendir á

Hoyr alt hetta innslagið við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097