Smyril Line hevur selt Akranes

Smyril Line hevur selt Akranes
Akranes, sum varð bygt á Umoe Sterkoder skipasmiðjuni í Kristiansund í 1998, verður latið nýggja eigaranum í Las Palmas á Gran Canaria í juni ella juli 2025.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2025 - 13:44

Smyril Line boðar í dag frá, at reiðaríið hevur selt farmaskipið Akranes til norska reiðaríið Fred Olsen Express.

Akranes, sum varð bygt á Umoe Sterkoder skipasmiðjuni í Kristiansund í 1998, verður latið nýggja eigaranum í Las Palmas á Gran Canaria í juni ella juli 2025.

Sølan er ein týðandi liður í endurnýggjanini av farmaskipaflotanum hjá Smyril Line, sum arbeiðir miðvíst við at dagføra flotan og framtíðartryggja virksemið.

Í tíðarskeiðnum frá tí, at Akranes fer úr flotanum til ein nýbygningur er klárur at taka yvir, rekur annað skip leiðina hjá Akranes. Hvat skip tað verður, stendur einki um í tíðinaskrivinum, men tá Glyvursnes fekk skaða í januar, leigaði Smyril Line farmaskipið MV Lista, sum var bygt í 2011, at avloysa á rutuni millum Rotterdam, Tórshavn og Þorlákshöfn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040