Føroyar til EM-endaspælið í Oslo eftir tógvið stríð í Kosovo

Føroyar til EM-endaspælið í Oslo eftir tógvið stríð í Kosovo
Føroyski liðskiparin í málinum, Pauli Jacobsen, gjørdist enn einaferð avgerandi, tá Føroya tryggjaði sær luttøku í EM-endaspælinum við 25-23 sigri móti Kosovo
Óli Mittún var avgerandi í álopsspælinum við sínum gjøgnumbrotum, ið góvu brotskast, og sínum málum
Mynd: Nikollë Quni  
 
08.05.2025 - 20:52

Føroyar vunnu ljóta og tunga hondbóltsdystin móti Kosovo í Pristina í kvøld 25-23.

Harvið hava Føroyar longu tryggjað sær luttøku til EM-endaspælið í Noregi í januar. 

Í grundini, so kunnu Føroyar tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum sunnudagin, tá Ukraina kemur á vitjan við Tjarnir. 


Mynd: Nikollë Quni
 

Ljótur dystur

Pent var tað ikki at hyggja eftir í kvøld, tí føroysku leikararnir máttu stríðast allan dystin við at fáa glið á spælið. 

Í grundini kom glið ongantíð á spælið, men tá allarmest stóð á, so vísti liðskiparin, Pauli Jacobsen, í málinum, hvussu avgerandi hann er. 

Hóast Pauli sat á bonkinum tað mesta av dystinum, tí tað gekk av skriðuni hjá honum og liðnum í fyrra hálvleiki.

Hin ungi málverjin, Aleksandar Lacok, kom inn og tók nakrar skotroyndir hjá leikarunum hjá Kosovo.


Mynd: Nikollë Quni

 

Men síðst tíggju minuttirnar av dystinum slapp Pauli innaftur í málið, og so vísti hann, hví hann hann hevur fingið eyknevnið reyðhærda rimaverkið.

Pauli hevði nakrar framúrskarandi bjargingar, sum í roynd og veru tryggjaðu Føroyum sigurin og luttøkuna í EM-endaspælinum 2026, ið verður í Danmark, Noregi, Svøríki og Sveis í januar. 

Longu nú er greitt, at føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla sínar dystir í Oslo, og longu nú er eisini greitt, at føroyingar í túsundatali fara til norska høvuðsstaðin at stuðla liðnum. 

 

Tungt hoyggj at sifta

Tað kemst ikki uttan um, at sjáldan hava dugnaligu hondbóltsmenninir byrjað ein dyst so jánkasligt og trilvandi sum móti Kosovo. Alt sá út til at vera tungt hoyggj at sifta hjá leikarunum. 

Kanska vóru føroysku hondbóltsmenninir eitt sindur ovfarnir av, at høllin í Pristina var at kalla tóm, tá teir høvdu væntað, at hon var stúgvandi full av svøkum áskoðarum. 

Spenningsfallið var í øllum førum øgiligt í mun til dystin móti Hollandi herfyri, sum Føroyar vunnu á útivølli. Føroysku leikararnir vóru ikki í nánd av støðinum, sum teir vístu móti Hollandi.


Málverjin hjá Kosovo, Haris Berisha, pilkaði í stórum pørtum av dystinum glansin av føroyskum stjørnunum (Mynd: Nikollë Quni)

 

Bæði í álopi og verju sóu Føroyar als ikki út sum eitt lið, ið hoyrdi heima í einum EM-endaspæli. 

100 prosent kjansir blivu brendir, meðan leikararnir hjá Kosovo, serliga Drenit Tahirukaj á høgra bakki, ið endaði við at skora 12 mál, sluppu ótarnaðir at bumba Paula Jakobsen í spønir í byrjanin av dystinum. 

Og tá dómararnir eisini góvu leikarunum hjá Kosovo loyvi at spæla eitt sindur við vøddunum mótir kviku føroysku bakspælarunum, so bleiv tað øgiliga tungt hjá løttu føroyingunum. 


Toppskjúttin hjá Kosovo, Drenit Tahirukaj á høgra bakki, slapp at dusa sær í fyrra hálvleiki, tá hann bumbaði føroysku verjuna og málverjan í spønir (Mynd: Nikollë Quni)

 

Kosovo tíbetur ikki eitt gott lið

Tíbetur er Kosovo eitt ikki serliga gott hondbóltslið, tí annars var dysturin longu gloppin føroyingum av hendi, áðrenn fyrri hálvleikur var runnin. 

Tað var heppið fyri føroysku leikararnar, sum bara vóru aftanfyri við einum, 13-12, í hálvleikinum.

Og tá Kosovo byrjaði at gera misstøk í álopinum, eitt nú skutu teir fleiri ferðir framvið tóma føroyska málinum, tá Føroyar spældu sjey móti seks, so fingu føroysku spælararnir fótin fyri seg.

 

Við eymk og fret

Men tað var bara við eymk og fret, at føroysku leikararnir kláraðu at fylgja við teimum úr Kosovo - serliga í fyrra hálvleiki. 

Serliga stóra stjørnan hjá Føroyum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið ikki hevur fingið serliga nógva spælitíð í THW Kiel í seinastuni, var eitt sindur av einum skugga av sær sjálvum. Gaman í, so fekk hann ikki góða serliga góða viðferð av verjuleikarunum hjá Kosovo, men tað eigur hann at vera vanur við frá Bundesliguni. Tað var meira brendu skotini og brotskøstini. 

Yvirhøvur spældu allir Bundesliga-leikararnir hjá Føroyum undir støðið, ið vit eru von við frá teimum. Vilhelm Poulsen hevur verið nógv darvaður av skaða, meðan Hákun West av Teigum, ið hevur spælt nógv fyri Füchse Berlin í seinastuni, bæði í Bundesliguni og í Champions League, brendi kjansir, ið hann vanliga skorar uppá.


Mynd: Nikollë Quni

 

Óli er oddvitið

Enn einaferð var tað hin blaðungi Óli Mittún, sum eftir summarsteðgin fer at spæla við danska stórliðnum GOG, ið helt Føroyum inni í dystinum, eins og hann gjørdi í dystinum móti Kosovo í Føroyum. 

Óli er eitt hondbóltsoddvit, ið spælir hondbóltsspælið við einari ferð, sum fáir aðrir leikarar í heiminum megnað. Leikararnir hjá Kosovo megaðu í øllum førum ikki at fylgja við lættbeinta, føroyska purluknokkinum. 

Ferð eftir ferð flutti 19 ára gamli hoyvíkingurin runt upp á verjuleikararnar hjá Kosovo, eins og vóru teir finnur í einum talvi hjá Óla, sum noyddust at offra seg sjálvar, fyri at hanga í. Fýra mál og upp í leypar av avgerandi brotskøstum blivu tað til, áðrenn Kosovo var sett skák í mát. 


Mynd: Nikollë Quni

 

Hákun toppskjútti

Hóast tað ikki gekk so væl, sum tað plagar hjá Hákuni West av Teigum, so tók Hákun um endan at skjóta brotskøst, tá Elias hevði brent sítt annað brotskast. 

Hákun skoraði upp á øll brotskøstini, ið hann skeyt, og tá avtornaði, so var Hákun greiður føroyskur toppskjútti við 11 málum. 

Og hóast spælið bleiv við at vera trilvandi hjá føroyska liðnum, so megnaðu Føroyar at ota seg fram um til síðst.

Uppskriftin var einføld og sum at kóka grind ella ræstan fisk: Óli fekk brotskøstini, ið Hákun skoraði. 

 

Kunnu enda nummar eitt

Nú kunnu Føroyar við einum sigri á Ukraina við Tjarnir sunndagin tryggja sær fyrsta plássið í EM-undankappingarbólkinum hjá sær. 

Hetta hevur við sær, at Føroyar kunnu fáa "lættari" mótstøðu í EM-endaspælinum í januar, ið var iin óhugsandi tanki fyri bara fáum mánaðum síðani. 

"Vit spæla ein sera búnan dyst, og nú fara eftir fyrsta plássinum," staðfesti Peter Bredsdorff-Larsen, venjari, eftir dystin. 


Mynd: Nikollë Quni

 

Kosovo - Føroyar 23-25 (13-12)

Hákun West Av Teigum, 11 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu, 4 mál
Óli Mittún, 4 mál
Leivur Mortensen, 3 mál
Pætur Mikkjalsson, 1 mál
Vilhelm Poulsen, 1 mál
Ísak Vedelsbøl, 1 mál

 

Øll hagtølini frá dystinum kunnu síggjast her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955